Ferðaleiðarin á gonguferðini í Italia hevði sett seg við einum glasi av grappa eftir døgurðan. Vit sótu nøkur í garðinum hjá gistingarhúsinum.
Hann opnaði bókina, sum hann las í hvørt kvøld. Og hann festi sær í.
Nú er friður eina løtu, hugsaði eg, at hann hugsaði.
Summarkvøld, grappa, ein góð bók og ein sigarett.
Lat vera, segði so ein. Hatta er ikki gott fyri teg.
Tað dámdi Andrea, soleiðis eitur hann, lítið at hoyra, sera lítið.
Hann gjørdist firtin, stýrdi sær tó.
Hann segði, at hann roykti tríggjar um dagin. Eina um morgunin, eina á middegi og so eina eftir døgurðan um kvøldið sum nú.
“And it is holy!”
Og so helt hann fram við at lesa í bókini hjá sær og roykja sína sigarett.
It is holy. Júst tað. Gevið okkum, sum heilsutrúboðararnir ikki hava frelst, for helviti frið.
Ein vanlig gerandishending, handan við heilagu sigarettini. Øll hava gloymt hana, sum vóru har.
Men ikki eg. Eg minnist hana viðhvørt, og hvørja ferð, onkur danskur heilsuprofetur er í Føroyum og selur føroyingum, sum ikki ætla sær at doyggja, sálarbót.
Minnist sera fáorðaða heilsukjakið góða summarkvøldið í Carfagnana fjøllunum.
Eitt gott ferðaminni at eiga.
Dennis Wilson í Beach Boys doyði 39 ára gamal, tá hann kavaði eftir at hava drukkið ein heilan dag. Hann livdi lívið. Hann livdi rock and roll, sum tey siga. Hann segði: “They say I live a fast life. Maybe I just like a fast life. I wouldn’t give it up for anything in the world. It won’t last forever, either. But the memories will.”
Nú er fótbóltur hvørt kvøld. Og allir miðlar kappast um at spyrja fótbóltsserfrøðingar, sum kappast um at gita skeivt.
Í staðin fyri at bíða til dystirnir eru lidnir, og tá spyrja, hvør vinnur. Tá er ein teoretiskur møguleika at fáa rætta svarið.
Eg minnist ein EM ella HM dyst, sum eg sá á einum vertshúsi. Antin var tað í Írlandi ella á Jameika, minnist ikki og sama ger.
Týskland var so annað liðið, sum spældi, minnist heldur ikki, hvørjum teir spældu ímóti.
Men eg minnist, at týskarar høvdu ein Klinsmann á sínum liði. Hann var rættiliga góður og gjørdi mál, haldi eg.
Við grannaborðið sótu eini týsk hjún og dóttir teirra. Hon var, giti eg, okkurt um 18 ár. Sá gott út, skal sigast. Hendan týska gentan hevði ikki stórvegis áhuga fyri fótbóltinum. Men hvørja ferð frásøgumaðurin segði Klinsmann, og tað var ofta, endurtók hon orðið, og hon longdi iið, Kliiiiiiiiiiinsmann. Og tað gjørdi hon sera sexut og eiggiliga.
Klinsmann var hennara maður tann dagin. Ella bara hennara orð, kanska. Eitt kynsørandi orð í stuttum buksum.
Klinsmann, hann rann undan á skíggjanum.
Demokratiið er í summarfríi, men samfelagið er ikki steðgað fyri tað. Fólkatalið minkar framvegis. So tað ber illa til at geva løgtinginum skyldina fyri tað beint nú. Tí tað er í summarfríi. Religiónin hevur tó ongantíð frí.
Hatta er ikki gott, hatta við fólkatalinum, sum endar við at gerast manntal, tí eingi fólk vera eftir.
Rovini av fleiri føroyingum liggja í kirkjugørðunum í Danmark enn í kirkjugørðunum í Føroyum.
Innlánsrentan lækkar. Hon er null, so nú verður hon minus okkurt tal. Og vit skylda bankanum fyri at hava pengar har. Útlánsrenta av innláni.
Kvinnur duga líka so væl sum menn. Møsn og tvætl. Kvinnur duga líka so illa sum menn.
Andrea gongur aftur í summar í Carfagnana fjøllunum og hevur sína halgistund í roykilsi um kvøldið. Vónandi í friði.
Gentan hjá Klinsmann hyggur aftur eftir EM og bíðar eftir, at onkur sigur Klinsmann.