Dysturin varð leiktur í KB-høllini í Keypmannahavn, og hann varð vístur beinleiðis á sjónvarpsrásini ViaSat Sport.
Holte hevði vunnið fyrru hálvfinaluna á útivølli í Odense, og tí var liðið hjá Bárði favorittur at fara beinleiðis víðari í finaluna. Men liðið úr Odense vildi tað øðrvísi.
Holte góða byrjan
Tað var annars Holte, sum fekk eina góða byrjan og vann fyrsta settið sannførandi 25-8. Men DHG svaraði aftur og vann annað settið tepurt 25-23. Triðja settið vann Holte 25-17, men DHG kom aftur og vann fjórða settið 25-22.
Bárður heldur, at teir skuldu havt avgjørt dystin í fjórða settið, men vánaligt álopsspæl kostaði teimum sigurin. Fimta og avgerandi settið van DHG heldur sannførandi 15-8.
Nú skulu Holte og DHG spæla ein triðja og altavgerandi dyst í Aarhus. Hesin verður spældur í morgin, hósdagin.
Holte ? DHG Odense 2-3 (25-8, 23-25, 25-17, 22-25, 10-15)