Holte sleppur í oddin

Um vikuskiftið varð staðfest, at Holte skal spæla í elitudeildini komandi kappingarár

Flogbóltur

Hóast tað ikki hevur gingist so væl hjá Holte í ár, sum tað hevur gjørt undanfarnu árini, so verður føroyska útiesetaliðið aftur at síggja í donsku elitudeildini komandi kappingarár.
Hetta varð staðfest um vikuskiftið, tá Holte við Bárði B. Mikkelsen og Ragnari í Haraldsstovu hevði vitjan av ASV Århus. Gestirnir høvdu bert tvey stig undan hesum dystinum, og eftir ein tryggan 3-0 sigur til Holte, var hetta framvegis ikki broytt.
Enn resta tveir dystir í danska elitukvalifitkatiónsspælinum, men saman við Hvidovre hevur Holte nú 14 stig, sum eru seks fleiri enn triðja liðið í bólkinum, og soleiðis eru tey vís í at vera við í ovastu deildini, tá eitt nýtt kappingarár byrjar í heyst.
Hjá hinum báðum »føroysku« feløgunum, Amager VK (Jóhann Nielsen) og PVC Lyng by (Steinar Eirikstoft og Suni Juul) gongst ikki heilt so væl.
Amager er næst niðast í sínum bólki, meðan Lyngby í sínum lagi er á triðja plássinum. Teir hava við einum dysti eftir bert tvey stig upp til næsta plássið, men vánaligi settmunurin ger, at teir kortini ikki hava møguleika at røkka hesum sessinum.

Støðurnar í elitukval-røðunum:
Bólkur 1
NrFelagStig
1Holte IF14
2Hvidovre VK14
3Rosenlund Volley8
4Bedsted KFUM8
5Amager VK4
6ASV Århus2

Bólkur 2
1Lyngby Volley16
2Spentrup IF14
3PVC Lyngby12
4Grøndal EV6
5Aarhus 19004
6Starup Ågård0