Donsku steypafinalurnar í flogbólti vórðu leiktar sunnudagin. Einki av ?føroysku? liðunum høvdu spælt seg í finaluna, so teir føroyingarnir, sum ikki høvdu leitað sær í KB-høllina, kundu kasta seg afturá ístaðin.
Holte og DHG Odense høvdu spælt seg í kvinnufinaluna og havandi í hugað, at tað eru fremstu liðini í donsku landskappingini, sum DHG leiðir, so kundu áskoðararnir vænta sær eina spennandi finalu. Men so varð ikki.
Holte var klárt tað betra liðið og vann ein ruddiligan 2-0 sigur og tí kunnu tær príða seg við heitinum danskir steypavinnarar 2000.
Settúrslitini vóru 26-24, 21-18, 21-15 og 21-11.
Sum tað sæst var bara spenningur í tí fyrsta settinum, sum endaði 26-24. Aftaná tað var tað so at siga bara tað eina liðið á vøllinum, og tað var meiri enn trupult hjá DHG at gera seg galdandi.
HIK vann eitt sett
Hjá monnum varð talan um ein rættiligan gysara. Holte, sum tapti finaluna í fjør, vildi hava hevnd, og teir løgdu ógvuliga hart út. Teir vunnu eisini bæði tey fyrstu settini í fyrrra hálvleiki og tað fysta í seinna hálvleiki, so tað sá veruliga út til at fara at eydnast teimum at fáa hevnd fyri tapið í fjør.
Men so kom stígur í. HIK kláraði at venda gongdini og vann fjórða sett, og tað gav Holtemanningini eitt sjokk, sum teir ikki komu seg eftir.
HIK Ålborg vann javnbrótaran um seinna hálvleik, og brádliga vóru tað teir, sum vóru betri fyri enn Holte.
Seinasta javnbrótaran ? tann um dystin ? vann HIK 15-7 og við honum eisini finaluna annað árið á rað.
Settúrslitini vóru annars 19-21, 15-21, 15-21, 21-15, 7-4, 15-7.
Sum tað sæst á settúrslitunum vann HIK steypafinaluna við bert at vinna eitt sett og síðani tveir javnbrótarar. Soleiðis kann verðin vera so løgin ...
Aftaná dystin varð Jonas Napier úr Holte valdur til besta leikara í finaluni hjá monnum meðan Mette Flügge, úr Holte, varð vald til besta leikara í kvinnufinaluni.