Holte misti og Lyngby vann

Skiftandi lagnur í næstbestu donsku flogbóltsdeildini, har fleiri føroyskir leikarar royna seg

Flogbóltur

Sum vit so ofta hava nevnt tað fyrr, so er danska Holte IF í ár í eini skiftistíð, har stórur partur av steypavinnandi liðnum frá í fjør er farin úr felagnum.
Hetta viðførdi millum annað, at felagði í ár noyðist at spæla í elitu-kval røðini um rættin til at taka lut í bestu deildini næsta ár.
Her hevði Holte um vikuskiftið vitjan av Hvidovre VK, og fyri heimaliðið gjørdist talan um ein alt annað enn minniligan dag.
»Katastrofal indsats« var yvirskriftin á heimasíðu felagsins, og tað mundi svíða hart, at gestirnir sluppu avstað við einum 3-2 sigri. Ikki minst eftir at Holte hevði tikið sær leikandi lætt av fyrsta settinum.
Holte fór við tapinum niður um strikuna, sum gevur rætt til eliturøðina komandi ár, men enn eru átta dystir eftir, so góðir møguleikar eru at broyta um støðuna.
Hjá Steinari Eirikstoft og Suna Juul Pedersen, sum spæla við PVC Lyngby, gekst hinvegin nakað betri. Teir vóru á vitjan hjá Århus 1900, og her eydnaðist Lyngby at vinna ein sera spenandi fimm-settara. Føroysku útisetarnir hava við hesum lagt seg á odda í bólkti 2 í elitu-kval røðini, og so er spurningurin, hvørt felagið megnar at halda fast um hesa støðuna. Í øllum førum vildi tað verið stak hugaligt fyri føroyskan flogbólt, um vit komandi kappingarár kundu havt fýra leikarar í bestu donsku røðini, men tað er so ein spurningur, sum ikki verður svaraður, fyrr enn allir dystirnir á árinum eru leiktir.