Felagið hjá Bárði B. Mikkelsen, Holte IF, misti leygardagin eitt ógvuliga týdningarmikið fet í stríðnum um DM í flogbólti. á heimavølli mátti Holte taka til takkar við 1-3 ósigri ímóti HIK Ålborg, og við hesum hevur Holte fyri fyrst mist sambandið við oddin.
Enn tykist tó ein lítil vón at vera kortini. Danska kappingin er í ár ógvuliga jøvn, og tí er ikki óhugsandi, at ovastu liðini fara at missa nakað, men hjá Holte eru treytirnar púrasta greiðar. Teir skulu vinna tað, sum eftir er, soleiðis at sleppast kann upp í part, tá fýra tey ovastu liðini fara at dystast í altavgerandi dystunum.