Bárður Mikkelsen og liðfelaganir høvd um vikuskiftið týðandi uppgávu, tá DHG Odense kom á vitjan. Ikki tí. Í einum endaspælið eru allir dystirnir sjálvsagt av stórum týdningi, men eftir tvey tap í teimum trimum fyrstu dystunum var trýstið av álvara lagt á Holte, sum annars tryggjaði sær danska steypaheitið beint fyri jól.
Og okkurt bendir á, at Bárður og teir nú eru um at koma fyri seg aftur. Móti Odensen gjørdist talan um greiðan 3-0 sigur, og tó at talan serliga í fyrsta settinum var um eina sera javna uppgerð, so var neyvan nakar, sum hevði hug at seta ein fingur á, at talan var um ein uppibornan sigur. Sjálvur sigur Bárður, at taða fyrst og fremst var servutrýstið hjá teimum, sum riggaði væl, umframt at blokkurin eisini vann nógvar bóltar.
Við sigrinum syrgdi Holte fyri, at teir framvegis eru við í gullstríðnum í elitu-endaspælinum, sum í ár tykist gerast meira javnt, enn tað nakran tíð hevur verið.
Komandi vikuskifti skal Holte spæla móti Gentofte Volley, sum enn ikki hevur fingið stig í endaspælinu, so møguleikin fyri at leggja enn størri trýst á oddin tykist avgjørt vera til staðar.









