Holte er framvegis við

Leygardagin vunnu Bárður og teir týdningarmikla dystin á Skovbakken, og við tveimum sigrum afturat kunnu teir vissa sær pláss í hálvfinaluni

Flogbóltsútiseti

Bárður Mikkelsen og Holte høvdu eina trupla uppgávu fyri framman, tá teir leygardagin vitjaðu Skovbakken. Úrslitini í endaspælinum hava ført við sær, at Holte ? sum annars er ein av DM-favorittunum ? skal vinna teir tríggjar seinastu dystirnar, um teir skulu koma við í pottin, tá hálvfinalurnar eru á skránni.
Og tíbetur fyri Holte, so bragdaði nú loksins. Tó at talan bæði í fyrsta og triðja setti var um teprar sigrar, so gjørdist talan samanlagt um ein 3-0 sigur.
Sjálvur sigur Bárður, at hetta var fyrstu ferð í fleiri vikur, at Holte veruliga hevði viljan við í sínum spæli. Blokkurin og servutrýstið riggaðu væl, og sæð burtur frá fyrsta settinum, var talan ongan tíð um veruligar trupulleikar.
Fyri Bárð sjálvan var dagurin tó ein av teimum misjøvnu. Seinastu vikurnar hevur hann drigist við skaða i knænum, og hesin víst seg at vera somikið álvarsligur, at hann als ikki fekk tikið lut í dystinum. Einstu ráðini fyri skaðan eru hvíld og framhaldandi viðgerðir, og so fæst at síggja, hvørt føroyski hevarin verður tøkur týskvøldið, tá Gentofte Volley kemur á vitjan hjá Holte.