Holsturin heldur fram í Silkeborg

Christian L. Holst og danska Superligafelagið, Silkeborg IF, hava longt sáttmálan. Partarnir hava nú papír upp á at samstarva fram til 2014. Tað skrivar Silkeborg IF á heimasíðuni hjá felagnum.

 

Føroyski landsliðsframherjin hevur skotið 34 mál í 110 dystinum fyri felagið, men hann kundi hugsa sær at skotið fleiri.

 

- Eg havi sjálvlandi eitt persónligt mál um at skjóta fleiri mál, spæla fleiri dystir, umframt at gera fleiri lekkur og stuttlig ting á vøllinum, sigur 30-ára gamli landsliðsframherjin.

 

Troels Bech, venjari hjá Silkeborg, er eisini fegin um at Christian L. Holst heldur fram í felagnum og kallar hann fyri kanska mest skorandi miðvallarin í donskum fótbólti. Leikluturin hjá honum á føroyska landsliðnum hevur tú fyri tað mesta verið í álopinum ella beint aftanfyri áleyparan.

 

Mynd: Christian L. Holst