Holst var tann besti

Áskoðararnir hjá Lyngby hava valt Christian Lamhauge Holst til besta spælaran hjá liðnum í heyst. Í teimum 15 dystunum higartil hevur Holst gjørt vart við sær sum málskjútti og uppleggjari, og fjepparafelagið var als ikki í iva um, at hann skuldi veljast. Sambært heimasíðuni hjá Lyngby var talan um ”en sikker valgsejr til den populære færing”. Hetta er triðju ferð, at Holst verður kosin besti spælarin í Lyngby í einari hálvari kapping, og tað er hann einasti spælarin hjá Lyngby nakrantíð, sum hevur klárað. Christian Lamhauge Holst hevur skotið 65 mál í 101 dystum fyri Lyngby.