Holst var sjúkur

Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst var ikki við frá byrjan, tá ið Lyngby spældi ímóti Brøndby í donsku superliguni í gjár. Orsøki var, at Holst hevði ligið sjúkur í vikuni, og orkan var ikki til ein heilan dyst. Holst kom tó á vøllin í seinna hálvleiki, men hann fekk einki broytt – Lyngby tapti 3-0. Lyngby liggur aftast í superliguni við 9 stigum fyri 12 dystir. Beint frammanfyri liggja Viborg og AGF.