Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst var liðformaður hjá Lyngby, tá superligaliðið spældi venjingardyst í Esbjerg um vikuskiftið. Dystin var Esbjerg 2-0, og bæði málini vóru gjørd í fyrra hálvleiki. Umfram Christian Holst var føroyski landsliðsspælarin Tem Hansen eisini við í hópinum hjá Lyngby. Tem var eykamaður, men kom á vøllin í seinna hálvleiki.