Holst vann á Andrew

Lyngby við Christian Lamhauge Holst á liðnum vann í gjár heili 3-0 á Fremad Amager, sum hevur Andrew av Fløtum á liðnum. Christian Holst skoraði eitt av málunum í dystinum, meðan Andrew einki fekk gjørt við tapi. Christian og Andrew hittust í hurðini so at siga. Andrew kom á vøllin eftir ein tíma, og tá tók Lyngby-venjaran Christian av vøllinum. Harvið heldur Lyngby fast um góðu gongdina í hesum kappingarárinum, og teir eru við í rætta enda á stigatalvuni. Seinasta vónin hjá Fremad Amager um at sníkja seg fram at einum uppflytingarplássi fór við tapinum í gjár.