Lyngby vann leygardagin dystin ímóti Brønshøj í donsku 1. deild. Dysturin var á útivølli, og Lyngby kom heimaftur við einum 5-2 sigri. Lyngby legði seg á odda beinanvegin, men Brønshøj javnaði. Síðani tók Lyngby leiðsluna aftur og økti fleiri ferðir. Christian Lamhauge Holst spældi í álopinum allan dystin, men hann skoraði ikki hesaferð. Tað gjørdi hinvegin álopsfelagin hjá honum Morten Nordstrad, ið fekk fýra mál. Vejle vann í gjár sín dyst, og nú skal Vejle bert hava eitt stig í tveimum teimum seinastu dystunum fyri at vinna uppflyting til superliguna. Tað merkir samstundis, at Lyngby hevur lítlan kjans at flyta upp nú.











