Holst vann á Viljormi

Silkeborg IF, við Christiani Lamhauge Holst á liðnum, vann í kvøld á Vejle og Viljormi Davidsen

Tað var føroyingamøti í næstbestu deildini í Danmark í dag, tá Velje tók móti Silkeborg. Viljormur Davidsen byrjaði inni fyri Velja á høgra bakki. Han spælir annar ti dagligt á vinstra bakki. Fyri Silkeborg spældi Christian L. Holst allan dystin á miðvøllinum.

 

Tað vóru gestirnir úr Silkeborg, sum endaði við at vinna dystin. Dennis Flinta legði Silkeborg á odda. Stutt seinni javnaði Rasums Hansen upp á fríspark.

 

Móti endanum av dystinum rakti Vejle tvørstongina. Bara løtu seinni kom sigurmálið í hinum endanum, tá Morten Beck skoraði til 2-1 til Silkeborg.

 

Silkeborg liggur nummar 7, meðan Vejle liggur nummar 4.