Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst tosar nú við Lyngby um at leingja sáttmálan hjá sær við felagið. Host hevur eitt hálvt ár eftir av sínum sáttmálaskeiði, men er sinnaður at halda fram í felagnum, hóast Lyngby nú flytir niður í næstbestu deildina at spæla. Holst hevur skorað 9 má fyri Lyngby í superliguni í ár.