Holst tapti toppdystin

Christian Holst Lamhauge og liðfelagarnir í Lyngby taptu toppdystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini sunnudagin. Lyngby spældi á heimavølli ímóti Vejle, og við einum sigri kundi Lyngby toga seg upp á javnt við Vejle á næstfremsta plássinum. Men tað gjørdist Vejle, sum vann dystin 4-2. Vejle legði seg á odda 2-0, men so javnaði Lyngby til 2-2 fyri hálvleik. Lyngby gjørdi sjálvmál ein minutt seinni, og móti endanum av dystinum økti Vejle til 4-2. Christian Holst Lamhauge spældi allan dystin í álopinum hjá Lyngby, men hann skoraði ikki hesaferð.