Holst spælir fyri plássi í Evropa

Christian Holst spældi í kvøld allan dystin, tá ið Silkeborg á heimavølli spældi 1-1 ímóti OB.

 

Morten Skoubo stútaði OB á odda í 25. minutti, men franski málslúkurin hjá Silkeborg, Marvin Pourié, javnaði bara seks minuttir seinni. Hóast góðar málmøguleikar fyri at avgera dystin, so mátti Silkeborg taka til takkar við eina stiginum, tí 1-1 gjørdist endaliga úrslitið.

 

Við javnleikinum misti Silkeborg møguleikan fyri at ríva seg leysar av AGF, ið hevur eins nógv stig á 5. plássi, sum í ár gevur atgongd til Europa Leauge. Vanliga eru tað bara fýra tey fremstu liðini, sum vinna sær sess í evropeiskum kappingum, men av tí at steypafinaluliðini, FCK og AC Horsens, í ár helst bæði enda ímillum fýra tey fremstu, fellur eitt EL-pláss til tað liðið, sum endar á fimta plássi.