Tað var Horsens, sum fyri tað mesta royndi at spæla bóltin í millum sín, men í málið vildi hann ikki. Tí endaði dysturin við málleysum javnleiki, og hetta kundu leikararnir hjá Lyngby vera meir fegnir um. Føroyski landsliðsleikarin, Christian L. Holst, byrjaði á vøllinum fyri Lyngby, men var ikki so eyðsýndur, sum hann onkuntíð hevur verið.