Holst sló til í botnbraki

Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst skoraði annað av málunum, tá ið Lyngby vann botndystin ímóti Viborg í donsku superliguni í gjár. Tað vóru bara 10 minuttir farnir av dystinum, tá Holst var á rætta staðnum og skoraði. Holst var skiftur út, tá ið ein tími var spældur, og stutt fyri leiklok økti Mads Thomsen til 2-0 fyri Lyngby. Danskir fjølmiðlar skriva, at Viborg hevði eina ørgrynnu av kjansum í dystinum.