Týskvøldið spældi danska Lyngby enn ein av venjingardystum sínum, og aftur hesa ferð var tað við góðari hjálp frá Christian Lamhauge Holst. Dysturin varð móti AB, sum varð sent heim við einnum dyggum 6-1 tapi. AB legði seg annars á odda tíðliga í dystinum, men føroyski landsliðsframherjin javnaði mest sum alt fyri eitt, áðrenn hann læt tað vera upp til liðfelagarnar at negla fimm seymir afturat í AB-kistuna.
Lyngby spældi í heyst sera væl, og felagið er ein av favorittunum til at vinna sær sæti í SAS-liguni. Tó var tað ein smeitur fyri felagið, at teir í gjár fingu staðfest,, at Kasper Kristensen ikki verður tøkur í vár. Evnaríki spælarin, sum 26 ferðir hevur umboðað Danmark á U-landsliðum, hevur meitt sær krossbandið, og tí verður talan ikki um fótbólt fyri hansara viðkomandi næstu fimm-seks mánaðirnar.
-mørk










