Holst skoraði í stórtapi

Lyngby bleiv snøgt sagt úrlatið á heimavølli ímóti Esbjerg í gjárkvøldið, tá liðið tapti 6-1. Christian L. Holst skoraði málið hjá Lyngby

Føroyski landsliðsleikarin í Lyngby, Christian L. Holst, skuldi ikki spæla dyst saman við felag sínum um vikuskiftið, tí at dysturin hjá teimum ímóti Esbjerg var settur at vera í gjár, mánadagin, í staðin fyri um vikuskiftið.

Tað gekk tó einki serligt hjá Lyngby í Superligu-dystinum í gjár. Tað sást frá byrjan av, at hetta helst fór at gerast tungt, tí ferð aftan á ferð framdi Lyngby stórar verjuvillur. Hetta kostaði eisini, tá góður hálvur tími var farin av fyrra hálvleiki. Tá legði Søren Rieks Lyngby á odda.

Var tað nakar, sum væntaði, at seinni hálvleikur fór at gerast betri fyri Lyngby, so fóru tey skeiv. Tá gekk alt nevniliga galið, og málini rapaðu inn hjá málmanninum, Rune Pedersen.

Fyrstu 10 minuttirnar av seinni hálvleiki økti Esbjerg til bæði 2-0 og 3-0, áðrenn Lyngby minkaðu um munin. Tað var føroyski landsliðsleikarin, Christian L. Holst, sum skallaði bóltin í málið.

Síðsta korterið av dystinum var tó aftur galið í verjuni hjá Lyngby. Tá skoraði Esbjerg tríggjar ferðir afturat, og sostatt endaði dysturin við einum 6-1 sigri til gestirnar úr Esbjerg.