Holst skoraði men tapti

Christian Lamhauge Holst stóð við handaru stong, tá bólturin fall fyri hansara føtur og tað takkaði hann fyri við at skora. Málið fall í tíggjunda minutti og var tað tíggjunda hjá Holst í deildini í ár.

FC Nordsjælland megnaði at javna, tá fyrri hálvleikur var hálvrunnin og í seinna hálvleiki gjørdu teir trý aftrat, soleiðis at endaliga støðan bleiv 4-1.

 

Tapið í dag staðfestir støðuna hjá Silkeborg, sum hevur trupulleikar við at vinna stig fyri tíðina. Seinastu fimm dystirnar er tað ikki vorðið til meira enn tvey stig. Hesar dystirnar hava teir latið 14 mál í gjøgnum, av teimum eru átta farin í gjøgnum teir báðar síðstu dystirnar.