Lyngby fekk í gjár vitjan av meistarunum úr FCK. Liðini dystaðust um pláss í finaluni í steypakappingini. Talan var allan dystin um Dávid ímóti Goliath, og tað var eisini stórfelagið úr Keypmannahavn, ið streyk avstað við sigrinum.
Eftir 50 minuttum hevði svenski Fredrik Berglund lagt FCK á odda 2-0. Síðan traðkaði heimaliðið veruliga til. Fyrst var tað Thomas Christiansen, ið eftir einum tíma pyntaði til 2-1. 20 minuttir seinni javnaði føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, til 2-2. Men gleðin vardi ikki leingi. Bert tveir minuttir seinni tryggjaði Hjalte Bo Nørregaard FCK sigurin, tá ið hann skoraði til endaliga úrslitið, 3-2. Returdystur verður komandi mikukvøld í Parkini.