Holst skoraði eftir 11 sekundum

Tað er spurningurin, sum stendur eftir, at føroyski landsliðsleikarin legði bóltin í netið 11 sekund eftir, at dómarin hevði floytað steypakappingardystin millum B93 og Silkeborg í gongd.

 

Skjótasta landskappingarmálið í donskum fótbólti fall eftir 15 sekund, tá Eduard Demenkovets skoraði fyri Vejle móti Brøndby í 1995. Tað skrivar heimasíðan hjá Silkeborg. Hinvegin sigur heimasíðan danskfodbold.com, at hetta mál fall eitt sekund seinni, altso tá 16 sekund vóru spæld. Undir øllum umstøðum var Christian Lamhauge Holst skjótari í kvøld!

 

Silkeborg vann annars dystin 0-5 og spældi seg soleiðis leikandi lætt víðari til fjórða umfar í Ekstra Bladet-Cup, sum danska steypakappingin rópast. Umframt at leggja Silkeborg á odda í dystinum, so legði Christian Lamhauge Holst eisini upp til eitt annað mál.