Føroyski framherjin í Lyngby, Christian Lamhauge Holst, skeyt aftur mál fyri Lyngby í gjár. Lyngby hevði vitjan av Braband á heimavølli, og vertirnir fingu øll trý stigini. Dysturin endaði 3-2 eftir 1-1 í hálvleikinum. Millum málskjúttarnar hjá Lyngby var hálvi føroyingur Christian Lamhauge Holst. Hann gjørdi málið til 3-1. Holst hevur verið í føroysku landsliðstroyggjuni einaferð. Lyngby er í løtuni á odda í 1.deild í Danmark.