Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir í Lyngby hava truplan dyst á skránni í donsku 1. deild um vikuskiftið. Lyngby liggur á odda í deildini, og sunnudagin sleppa teir veruliga at royna seg, tá ið teir spæla á útivølli ímóti AGF. Higartil hevur AGF fingði misjøvn úrslit, men liðið verður roknað sum tað sterkasta í næstbestu donsku deildini. Sambært donsku Tipstænastuni er AGF eisini favorittur til at vinna dystin. Vinnur AGF dystin, gevur tað pengar 1.95 ferðir aftur, meðan sigur til Lyngby gevur 3.05 í odds.









