Lyngby legði seg klárt á odda í donsku 1. deild, tá ið liðið sunnudagin vann 1-0 í dystinum ímóti Ølstykke. Einasta málið í dystinm var eitt dreymamál frá Mikkel Bechman miskeiðis í seinna hálvleiki. Føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst er millum stuðulsspælararnar á liðnum hjá Lyngby, men hesaferð noyddist hann at verða áskoðari, tí hann hevði leikbann. Lyngby er nummar 1 í 1. deild við 36 stigum. SønderjydskE hevur 32 stig.










