Holst søkti oddaliðið

Silkeborg vann ein rættiliga óvæntaðan sigur ímóti oddaliðnum í superliguni, AaB, leygardagin. Dysturin í Aalborg endaði við 1-0 sigri til Silkeborg. Christian Lamahauge Holst sat á beinkinum, men eftir at hann og ein liðfelagi komu inn stutt eftir steðgin, kom rættiligt lív í Silkeborg. Holst hevði eitt skot á stongina, og lítla løtu seinni skoraði Rajko Lekic sigursmálið í dystinum.