Holst og Tem sunnanfyri

Sunnudagin fór superligahópurin hjá Lyngby til Turkalands á venjingarlegu. Lyngby skal halda til í Antalya, og har skulu teir venja og spæla venjingardystir sum fyrireiking til kappingarbyrjan tann 16. Mars. Millum spælararnar í hópinum eru tveir føroyskir landsliðsspælarar – Christian Lamhauge Holst og Tem Hansen. Veðrið er gott í Turkalandi, og Lyngby-spælararnir kunnu venja í shorts – hitin liggur um 20 stig.