Holst og teir vunnu lykladyst

Mótstøðuliðið seinnapartin var Sønderjyske, sum tó fór av leikvøllinum í Silkeborg við ongum. Talan gjørdist nevniliga um 3-1 sigur til heimaliðið.

 

Føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, hevur skotið fleiri mál seinastu dystirnar, men taldist ikki millum málskjúttarnar í dag. Hann byrjaði á beinkinum, men tá hann varð skiftur inn í steðginum við útgangsstøði sum miðvallari í vinstra borði, varð hann maðurin aftanfyri seinasta málið í dystinum, umframt at hann hevði nakrar royndir móti málinum hjá Sønderjyske.

 

Troels Bech, venjari hjá Silkeborg, segði undan dystinum, at uppgerðin móti Sønderjyske var ein sannur lykladystur hjá Silkeborg í heyst. Henda lykladyst vunnu Troels Bech og hansara menn, og liggur Silkeborg harvið nummar sjey í bestu donsku fótbóltsdeildini við 13 stigum. Sama stigatal hevur bæði Sønderjyske og AC Horsens.

 

Og tað er av sonnum tætt í Superliguni nú. Hóast 13 stig, so er bara eitt stig niður til Esbjerg, sum liggur skeivu megin niðurflytingarmarkið. Hinvegin eru bara tvey stig upp til Brøndby, sum er á fjórða plássi, sum gevur atgongd til altjóða fótbólt næsta ár.

 

Fremstir í donskum fótbólti eru sjálvandi FCK. Teir eru sjey stig frammanfyri FC Midtjylland á øðrum plássi, umframt at fyrrverandi felagið hjá Toda Jónsson í skrivandi stund ikki hevur spælt móti botnliðnum Randers. Hesin dysturin er á skránni byrjaði klokkan 17.00 føroyska tíð.