Holst og liðfelagar góða byrjan

Danska Superliga-kappingin byrjaði við einum dysti í gjár, og í dag vóru fýra dystir. Tað mest óvæntaða úrslitið kom í Herning, har gestirnir úr Silkeborg megnaðu at vinna 2-1. Føroyski landsliðsleikarin Christian Lamhauge Holst kom ikki á málskjúttalistan, men gjørdi kortini sítt til sigurin, tí ein neyðbremsa ímóti honum kostaði einum av verjuleikarunum hjá FC Midtjylland tað reyða kortið.

 

Hinir tríggir dystirnir í dag endaðu soleiðis: AC Horsens-HB Køge 3-0, Sønderjyske-FC København 0-2 og Brøndby-Aab 2-2.

 

Seinasti dysturin í fyrsta umfari verður í morgin millum AGF og Lyngby.