Føroyski landsliðsleikarin eigur sín stóra lut í, at tað ikki hevur gingið eftir vild hjá Silkeborg í ár. Tað metir danska EkstraBladet, sum hevur sett Christian Lamhauge Holst á ársins flopplið, sum teir kalla tað.
Eftir hvønn dyst í ár hava journalistar hjá EkstraBladet mett um avrikini hjá einstøku leikarunum. Og út frá hesum metingum hava teir mannað eitt lið, har Holst er vinstri vongur eins og hann hevur verið tað so mangan hjá Silkeborg í ár.
Um Holst sigur EkstraBladet, at eingin vongur í deildini er so seinur sum hann, og at hann ikki hevur megnað at lyft uppgávuna sum ein av lyklaleikarunum í Silkeborg. Í tilsamans 22 dystum eydnaðist tað Holst bert at fáa bóltin í netið tvær ferðir, og tað er á ongan hátt nøktandi, metir EkstraBladet. Til samanberingar kann nevnast, at Holst gjørdi tíggju mál í 31 dystum fjør.
Holst fær í roynd og veru vánaligast skoðsmál av teimum 11, sum manna ársins flopplið. Hann fekk 2,18 sum meðalkarakter.
Mannagongdin hjá EkstraBladet var tann, at teir eftir hvønn dyst góvu leikarunum karakter fyri avrikið á vøllinum. Treytin fyri at fáa karakter var, at leikarin hevði fingið minst 20 minuttir, áðrenn metast kundi um avrik hansara. Harumframt skuldi leikarin hava tikið lut í minst 16 dystum í landskappingini.
Metingin hjá danska EkstraBladet um avrikið hjá Holst í Superliguni í ár, stendur í beinari andsøgn við tað, føroyskir miðlar plaga at siga um avrikið hjá Holst á landsliðnum, har Silkeborg-leikarin plagar at teljast millum teir bestu.
Mynd: Soleiðis er ársins flopplið hjá Ekstra Bladet mannað








