Hóast B1908 liggur aftast í triðbestu donsku deildini, so heldur Silkeborg-leikarin á ongan hátt, at talan verður um eina lætta uppgávu í kvøld.
- Nei, avgjørt ikki. Í B1908 venja teir saman fleiri ferðir um vikuna, men tað er ógvuliga sjáldan at vit gera tað. Hyggja vit at liði okkara, so hava vit nakrar spælarar í donsku 1. deild og ein málverja, sum júst hevur fingið debut í Premier League, men annars spæla teir flestu leikararnir í Føroyum, so tað er trupult at meta um støðið, sigur Holst við bold.dk.
Føroyski landsliðsleikarin leggur dent á, at tað ikki er avgerandi hjá Føroyum at vinna dystin í kvøld.
- Vit høvdu helst tikið dystin øðrvísi, um tað var ein spurningur um stig. Hetta er fyrst og fremst ein upptakt til dystin fríggjadagin, sigur Holst, sum ikki vil lova føroyingum ein sigur.










