Lyngby spældi í seinasta umfari av superliguni ímóti FC Keypmannahavn í Parkini. Dysturin endaði við 3-1 sigri til FCK, sum hevði silvurmerkini at stríðast fyri. Christian Lamhauge Holst byrjaði á vøllinum, og hann legði upp til málið hjá Lyngby. Hin føroyski landsliðsspælarin í Lyngby, Tem Hansen, kom á vøllin í seinna hálvleiki.