Ikki einans eru tað fjeppararnir hjá Silkeborg, sum hava lagt merki til góða avrikið hjá føroyska landsliðsleikaranum.
Sum heild rósa danskir fjølmiðlar honum. »Holst tilførte med sin vanlige aggressivitet Silkeborg noget af den vildskab, man savnede i kampens første 45 minutter«, skrivar spn.dk millum annað. Men sum heimasíðan hjá Silkeborg skrivar, so var heldur ikki so nógv annað positivt enn innskiftingin av Holst í illa spælda javnleikinum hjá Silkeborg í gjár.










