Lyngby spældi leygardagin venjingardyst ímóti svenska felagnum Helsingborg. Hetta var næstseinasta dysturin, áðrenn, danska 1. deild byrjar aftur. Úrslitið av dystinum gjørdist 2-2. Lyngby kom á odda tíðliga í dystinum, men Helsingborg skoraði tvey mál fyri steðgin. Christian Holst Lamhauge byrjaði dystin á beinkinum, men hann kom á vøllin, og hann javnaði fyri Lyngby í seinna hálvleiki.










