Holst kann blanda seg upp í toppin

Í kvøld spælir Lyngby útsettan dyst í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Hetta er ein dystur, sum Lyngby hevur átt til góða í eina tíð, og sum kann gera, at felagið rýkur heilt fram í toppin í donsku 1. deild. Vinnur Lyngby dystin í kvøld, er felagið bert eitt stig aftanfyri oddaliðið Randers og javnt í stigum við Velje á næstfremsta plássinum. Tvey tey fremstu plássini í 1. deild geva uppflyting til superliguna, og Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir hava tí veruliga møguleikan at blanda seg upp í hetta stríðið, nú endaspurturin er farin í gongd. Kravið er, at teir vinna heimadystin ímóti Herfølge í kvøld.