Holst hevur framvegis kjansin

Lyngby vann sunnudagin dystin í donsku 1. deild ímóti Kolding FC. Dysturin endaði 2-1 til Lyngby, sum hevði Christian Holst Lamhauge á liðnum frá byrjan. Hann var tó skiftur út í hálvleikssteðginum, tá ið Lyngby var frammanfyri 2-0. Lyngby hevur framvegis ein møguleika at flyta upp í superliguna. Liðið liggur triðfremst og er tvey stig aftanfyri Randers FC. Um Randers tapir seinasta dystin, og Lyngby vinnur sín dyst, so fer Lyngby fram um Randers á seinasta leikdegnum.