Holst í heimsflokki

Talan var um framúr stríðsavrik frá føroyska liðnum leygardagin, og kanska skuldu allir bara fingið toppkarakter. Vit gera tó eina roynd at meta um einstøku avrikini, har Christian Lamhauge Holst fram um aðrar var maðurin, sum vísti vegin, tá Eysturríki enn einaferð varð tikið við nøsini

Fótbóltur

 

1 Jákup Mikkelsen, KÍ (60 dystir/0 mál)

Veteranurin á føroyski liðnum avlívaði mytuna um, at jubilarar aloftast hava ein vánaligan dyst. Hóast alt kom Eysturríki eisini til sínar møguleikar, og ta einu ferðina hjálpti Jákup teimum eisini til ein slíkan við vánaligum útsparki. Men inar tríggjar av bjargingum hansara vóru í absoluttum heimsklassa. Ikki minst bjargingin, sum tó førdi til eysturríkska hornasparkið, ið gav útjavning. Men samanumtikið eitt avrik, sum bara kann vísa komandi føroyskum landsliðsmálverjum, hvat teir skulu liva upp til.

 

2 Jónas Tór Næs, NSÍ (4/0(

Var serstakliga stinnur á bakkinum, har eysturríksku álopini gjøgnum hansara síðu vórðu hildin á einum absoluttum minimum. Lága tyngdarpunktið gevur honum eina framúr styrki í nærdystunum, og tað var fleiri ferðir, at hetta kom honum til góðar í mann-móti-mann støðum.

 

3 Johan Troest Davdisen, NSÍ (8/0)

Hevði verið influensa-raktur í upptaktini til dystin, og kanska var hann ikki heilt so stinnur hesaferð, sum hann annars hevur verið. Stóð tó sera sterkt í verjupartinum, men oftani tóktist yvirskotið mangla, tá bólturin skuldi víðari. Og kom sær eisini nakrar ferðir í óneyðugar trupulleikar, tá skeiva avgerðin varð tikin.

 

4 Atli Danielsen, Frem (29/0)

Markeraði seg frá fyrsta bríksli sum ein tann stinnasti føroyingurin á degnum. Setti seg í respekt við nøkrum knallhørðum nærdystum alt fyri eitt, og hevði eisini yvirskot og dirvi til at halda høvdið kalt, tá bólturin var vunnin. Hevði eitt serstakliga stórt arbeiðsøki, men helst hóast hetta fram við at ganga á odda – eisini tá føroyska orkan var við at ganga undan seinastu løtuna.

 

5 Jón Rói Jacobsen, Frem (34/0)

Hevði í fleiri førum trupult við at raka bóltarnar rætt, tá vindurin argaði, og var í nøkrum førum beinleiðis ótryggur. Ikki minst, tá hann ta einu ferðina fyrst heilkiksaði fríspark og síðani gleið, men slapp tó ókeypis frá hesum. Seinasta hálva tíman endaði hann tó sum ein av teimum stinnastu á føroyska liðnum, tá hann ferð eftir ferð stóð á rætta staðnum, soleiðis at eysturríkska trýstið varð brotið, júst sum tað skuldi verða veruliga vandamikið.

 

8 Mikkjal Thomassen, EB/Streymur (13/0)

Fekk ber 36 minuttir á vøllinum, áðrenn hann mátti berast burtur, men hevði fram til tá fleiri ferðir prógvað sína framúr styrki, tá friður skal fáast á spælið. Og tað er at vóna, at skeiva tacklingin, sum hann kom í, ikki kostar dystin í Litava mikukvøldið.

 

9 Jákup á Borg, B36 (57/2)

Fekk bara lítlan hálvan tíma á vøllinum, áðrenn hann noyddist út við skaða. Hevði fram til tá strítt seg til eitt gult kort, og hevði eisini verið partur av nøkrum føroyskum kontraálopum.

 

10 Christian Høgni Jacobsen, AB (45/2)

Hóast nøkur bólttap vóru á skránni, so var Christian Høgni støðugt ein av føroysku spælarunu, sum stóð sterkastur í myndini. Átti uppspælið til føroyska málið, og bæði tordi og megnaði at bjóða av í álopspartinum. Hevði eitt sera stórt arbeiðsøki, og hetta merktist eisini at enda, tá hann tóktist fullkomuliga flatur. Men tó vónandi ikki meira enn so, at battaríini kunnu løðast aftur til mikukvøldið.

 

11 Arnbjørn T. Hansen, EB/Streymur (4/0)

Fremst í minninum stendur tíverri møguleikin, tá hann ikki skoraði beint undan steðginum í støðu, har hann átti at runnið seg púrasta leysan. Og hevði eisini eina aðra støðu, har hann var millimetrar frá at stúta bóltin fram um ein Manninger á útferð. Sum seinni hálvleikur leið og føroyska trýstið øktist, fekk hann fleiri ferðir prógvað styrki sína í luftini, tá bóltar skuldu sneiðast víðari, og hóast púrasta útbrendur seinastu løtuna, so fann hann onkursvegna orkuna til at taka einar tveir spurtir móti egnum hornaflaggið, tá stigið skuldi verjast heim.

 

14 Christian Lamhauge Holst, Silkeborg (12/2)

Var uttan nakra diskussión besti maðurin á vøllinum. Og tá sagt verður, at hann ikki er í dystarvenjing enn, so má staðfestingin bara vera, at føroyingar við hesum hava ein kontraspælara í heimsflokki. Variatiónsmøguleikarnar í bóltmøttøkuni tykjast óendaligir, og tí megnar hann støðugt at venda spælinum og fáa viðspælararnar við í álopspartin. Snøgt sagt snúningspunktið í føroyska uppspælinum, og avrikið prógvaði hartil eisini, hvussu stórur saknurin var í honum í teimum báðum seinastu dystunum. Vórðu puma-bóltarnir nýttir her, var talan um átta av seks bóltum!

 

15 Egil á Bø, EB/Streymur (4/0)

Á gamalsaldrinum hevur Egil spælt seg mest sum beint til eitt pláss í føroysku byrjunaruppstillingini. Varð hesa ferð valdur framum Fróða Benjaminsen, og hann staðfesti enn einaferð, at hóast beinini ikki gerast skjótari, so hjálpir tað ein rættiligan stóran part, um tú bara hugsar tilsvarandi skjótari.

 

6 Andrew av Fløtum, HB (32/1)

Kom á vøllin fyri skadda Boga Løkin seinastu 20 minuttirnar. Megnaði væl at halda upp á bóltin, soleiðis at nakað av trýstinum kundi takast av føroyska spælinum. Hevði hartil eina fína skotroynd, eins og hann var nakrar fáar sentimetrar frá at spæla Christian Høgna Jacosen púra blankan ta einu ferðina.

 

7 Fróði Benjaminsen, HB (32/1)

Byrjaði í óvandum leikluti á beinkinum, men varð skjótt tveittur inn, tá Mikkjal noyddist skaddur út. Og tá var tað ein fragd at síggja, hvussu hann alt fyri eitt tók kommando á miðvøllinum. Deiligt at síggja, at styrkin í nærdystunum framvegis er intakt, og hóast langa skaðasteðgin prógvaði hann eisini fleiri ferðir, at hann megnar at halda høvdið kalt undir trýsti. Ein dygd, sum altíð fer at teljast millum tær mest týðandi hjá føroyskum landsliðsspælarum.

 

17 Bogi Løkin, NSÍ (4/1)

Saman við navnframa pápanum má hann helst finna seg í at standa á forsíðuni í eysturríksku miðlunum í morgin. Málið gav honum sjálvandi hetjustøðu á Tórsvølli, men hetta var bara ein undirstrikan av, hvussu óimponerað hann enn einaferð tók møguleikan, tá hesin beyðst. Frekur, hartarbeiðandi og skilagóður prógvaði hann enn einaferð, at hann heilt avgjørt telist millum framtíðarinnar lyklaspælarar á føroyska landsliðnum.