Triðja dystin á rað taldist føroyski landsliðsleikarin í Silkeborg millum málskjúttarnar hjá botnliðnum í bestu donsku fótbóltsdeildini. Samstundis sum Silkeborg er við at prógva sítt virði í bestu donsku fótbóltsdeildini, so er føroyski landsliðsleikarin við at prógva sítt virði fyri Silkeborg.
Hetta ger hann, eftir at Troels Bech, venjari, valdi at síggja burtur frá honum, tá Silkeborg spældi sera trupla útivallardystin móti FCK í Parkini í Keypmannahavn.
Prógvar sítt virði
Í gjár byrjaði Christian Lamhauge Holst aftur inni hjá Silkeborg, eftir at hann varð brúktur sum innskiftari og skoraði seinasta dyst. Útgangsstøði var sum miðvallarleikari í høgru, og var hann á vøllinum í 81 minuttir. Hesa løtuna legði føroyski landsliðsleikarin upp til fyrsta málið og skoraði síðani tað næsta.
Við Sosialin í farnu viku segði Christian Lamhauge Holst, at tað helst hevði tænt honum, at fáa eitt spark í gumpin, sum hann tók til um støðuna, tá bæði Brian Kerr og Troels Bech valdu at síggja burtur frá honum, tá teir skuldu seta lið síni.
Hann viðgekk eisini, at hann helst hevur verið heldur ov óstøðugur, men nú er danin við føroyska blóðinum í Silkeborg av sonnum við at prógva sítt virði – og at venjararnir kunnu rokna við honum.
Tað hava bæði Troels Bech og Brian Kerr brúk fyri.
Tvey mál og tveir sigrar
Tað kemur eisini væl við hjá Silkeborg, at menn sum Holst nú taka ábyrgd. Felagið fekk eina syndarliga byrjan upp á kappingarárið við átta dystum á rað uttan ein einasta sigur. Hesar dystir skoraði føroyski landsliðsleikarin heldur ikki eitt einasta mál.
Teir báðar seinastu dystirnar hevur Holst skorað, og hesar báðar dystirnar hevur Silkeborg ligið omaná, tá avtodnaði. Tað merkir, at liðið hevur fingið seks kærkomin stig, sum hava lyft Silkeborg frá aftasta sessinum og upp um niðurflytingarmarkið.
Fjarstøðan niður um markið er tó minimal. AC Horsens hevur sama stigatal, tíggju stig, men verri málúrtøku, meðan AaB bara er eittans stigið aftanfyri.
Hinvegin er kappingin í bestu donsku fótbóltsdeildini so mikið jøvn, at tað bara eru trý stig upp til fimta plássið.