Holst fekk hol á

Silkeborg við Christian Lamhauge Holst á liðnum tók ímóti Thisted í gjár. Dysturin endaði heldur skuffandi við javnleiki 2-2. Silkeborg lá á odda 2-0 í hálvleikinum við málum, sum Rajko Lekic og Christian Lamhauge Holst skoraðu. Talan er um fyrsta málið hjá føroyska landsliðsspælaranum fyri Silkeborg. Men aftur hesaferð mistu teir í Silkeborg sigurin úr hondum. Í 2. hálvleiki kom Thisted, sum hevur verið sensasjónsliðið í ár aftur í dystin, og við málum frá Daniel Kristensen og Simon Josefsen eydnaðist tað Thisted at taka eina stigið við sær til Vestur-Jútlands. Seinasta umfar var Silkeborg á odda 2-0 ímóti Viborg, men tá taptu teir 3-2. Silkeborg er á sætta passi í Viasatdeildini við 14 stigum.