Holst er kunngjørdur í 07 Vestur

Betri deildin menn: 07 Vestur hevur kunngjørt fyrrverandi Brøndby spælaran Frederik Holst

Mynd: (07 Vestur) Steffen Landro, venjari hjá 07 Vestur, og Frederik Holst

07 Vestur hevur fingið tilgongd av Frederiki Holst, sum hevur royndir í bestu deildini í Danmark, Norra, Svøríki og Hollandi. Hann hevur seinast spælt við rumenska UTA Arad.

 

07 Vestur skrivar:

 

Fyrrverandi Brøndby-spælari til 07 Vestur

 

07 Vestur hevur skrivað undir sáttmála við spælara, sum nokk hevur flottari CV og royndir enn flest aðrir spælarar hava havt í føroysku kappingini.  Talan er um 28 ára gamla Frederik Holst, sum hevur so nógvar royndir á hægsta stigi, at listin er sera langur.

 

126 superligadystir fyri Brøndby

 

92 dystir fyri Elfsborg í bestu Svensku deildini

 

28 dystir fyri Sparta Rotterdam í bestu hollendsku deildini

 

18 dystir fyri Lillestrøm í bestu norsku deildini

 

15 dystir fyri Helsingborgs IF í bestu svensku deildini

 

20 dystir í europa- og conference league

 

Í 2012 var Holst einans 17 ár, tá ið hann fekk pláss í byrjanaruppstillingini hjá Brøndby. Tá var hann yngsti spælarin nakrantíð, sum slapp at byrja ein dyst fyri Brøndby. Í Brøndby spældi hann nærum hvønn dyst árini 2013-2017.

 

Holst bleiv sum 16 ára gamal úttikin til ungdómslandsliðið. Hann hevur tilsamans spælt heili 73 ungdómslandsdystir fyri Danmark, harav 22 U21 dystir.  Talan er um ein sera aggresivan og hartarbeiðandi spælara. Hann spælir á verjukenda miðvøllinum og kann eisini spæla sum høgri bakkur.

 

Mynd: (07 Vestur) Steffen Landro, venjari hjá 07 Vestur, og Frederik Holst