Holst er kaldur sum ein fiskur

Innskifti Christian Lamhauge Holst javnaði til endaliga úrslitið 1-1, og var ikki lítið frekur, tá hann lyfti bóltin upp um málverjan, eftir at hann varð spældur leysur av Jesper Bech og javnaði.

 

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu danskir miðlar umtala málið. Allir eru á einum málið um, at tað var væl úr hondum greitt av Holst, men teirra lýsingar av støðuni eru kortini ymiskar. Mest merkisverdu eigur heimasíðan hjá Silkeborg, sum skrivar soleiðis:

»Christian Holst var kold som en fisk foran Lukas Hradecky, som han stille og roligt vippede bolden over og bagefter kunne se sin afslutning hoppe i et tomt mål. 1-1 på et flot udført mål af Holst.«

 

Tað kom eisini av sonnum fer á framrættaða spælið hjá Silkeborg, eftir at Christian Lamhauge Holst kom á vøllin. Málið fall eitt korter eftir, at hann kom á vøllin og níggju minuttir fyri leiklok var tað um reppi, at hann legði Silkeborg á odda við frísparki, men málverjin bjargaði frálíka skotinum.

 

Javnleikin kunnu teir í Silkeborg tó ikki brúka til tað stóra. Teir lógu nummar sjey undan dystinum liggja nú nummar seks. Tað verður tó ikki leingi, tí seinni í dag fer annaðhvørt Sønderjyske ella AC Horsens framvið Silkeborg. Bæði liðini hava eitt stig minni enn Silkeborg og tá Sønderjyske hevur munandi betri málúrtøku enn Silkeborg, so fara teir framum liðið hjá Holst, um tað endar við javnleiki. Hinvegin skal AC Horsens brúka ein sigur fyri at yvirhála Silkeborg.