Holst drívur á aftur

Christian Lamhauge Holst spældi fulla tíð í báðum dystunum hjá Lyngby um páskirnar. Lyngby vann báðar dystirnar, men Christian var ikki millum málskjúttarnar, hóast hann var raskur í álopinum. Skírsdag vann Lyngby 1-0 á Ølstykke, og í gjár vann Lyngby 4-2 á Frem á útivølli.