Holst byrjar inni

Marni Djurhuus og Andrew av Fløtum hava fingið at vita frá venjaranum, at teir skulu sita á beinkinum, tá ið fyrsta bríkslið verður seinnapartin.

Sammett við síðsta leygarkvøld verður talan um nýtt fólk í fýra plássum ímóti Skotlandi. Tað vístu taktisku venjingarnar í dýrdarveðrinum á Tórsvølli stutt fyri døgurða í gjár. Talan var um einastu venjingina í gjár og harvið um síðstu venjingina undan dystinum ímóti Skotlandi í dag.

Fróði fær plássið undir liðini á Óla Johannesen. Tað ber við sær, at tað ikki verður pláss fyri Jón Róa Jacobsen í miðverjuni.

Men landsliðsvenjarin er ikki sinnaður at senda superligu spælaran út á beinkin. Jón Rói verður ístaðin høgri bakkur. Vinstri bakkur verður Atli Danielsen, og so noyðist Marni Djurhuus út á beinkin at sita.

 

Í álopinum bendir alt á, at Christian Lamhauge Holst fer at fáa møguleikan í kvøld

 

Út frá hesum fer føroyska liðið at síggja soleiðis út seinnapartin í dag: Jákup Mikkelsen ? Jón Rói Jacobsen, Óli Johannesen, Fróði Benjaminsen, Atli Danielsen ? Jákup á Borg, Mikkjal Thomasen, Súni Olsen , Christian Høgni Jacobsen - Rógvi Jacobsen ? Christian Lamhauge Holst.