Christian Lamhauge Holst bæði tendraði og sløkti, tá Silkeborg í gjár vann sannførandi 4-1 sigur á Brøndby í donsku SAS-liguni. Holst skoraði til 1-0 eftir 23 minuttum, og eftir at Jim Larsen og Rajko Lekic høvdu økt munin til 3-0, skoraði føroyski landsliðsspælarin eisini til 4-0, áðrenn Jan Kristiansen minkaði um munin fyri Brøndby. Silkeborg er á sjeynda plássi í donsku SAS-liguni, har tey hava spælt 10 umfør.