Tað var leingi líkt til, at Lyngby skuldi fáa eina stigi úr dystinum móti Esbjerg, har føroyski Christian Lamhauge Holst og liðfelagarnir vitjaðu seinnapartin sunnudagin. Júst Christian Lamhauge Holst var á blettinum miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá hann stýrdi bóltinum í málið við høvdinum. Esbjerg legði seg á odda tíðliga í dystinum, og sigursmálið fall ikki fyrr enn í tíðini, sum dómarin hevði lagt aftrat.









