Tað eru fleiri ár, síðani ein dystur hjá Lyngby varð vístur beinleiðis í donskum sjónvarpi, men sunnudagin verður aftur møguleiki at síggja liðið í sjónvarpsdysti.
Lyngby spælir ímóti AGF í týðandi dysti í næstbestu donsku deildini, og TV2 Sport sendir beinleiðis frá dystinum.
Millum spælararnar hjá Lyngby er føroyski landsliðsspælarin Christian Lamhauge Holst. Hann telist millum stuðulsspælararnar hjá Lyngby.
Dysturin byrjar sunnudagin kl. 12.00.