Holst í andglettinum

Christian Holst var við í 0-1-tapinum á heimavølli ímóti AC Horsens seinnapartin, men tað, sum fekk mest umtalu, var eitt hornaspark, sum Christian Holst skeyt til sín sjálvs uttan at dómarin legði hetta tilmerkis. Í somu støðu fekk Anders Nøhr hjá AC Horsens reytt kort fyri at brúka seg inn á dómaran.

 

Hóast AC Horsens leikti við 10 monnum í úti við ein tíma, so megnaðu teir at verja leiðsluna, sum Troels Kløve skeyt í 53. minutti, og vunnu teir harvið dystin 1-0. Við tapinum er Silkeborg nú dottið niður á 7. pláss og hevur seks stig upp til evropeiskan fótbólt komandi kappingarár, nú bara trý umfør eru eftir at leika.

 

AGF liggur best fyri til at fáa 5. plássið, sum gevur atgongd til Europa League. AaB og Pól Jóhannus Justinussen eru við 1-0-sigri á Brøndby í dag nú fýra stig frá hesum plássinum.

 

Síggið sjónband av hornasparkinum hjá Christiani Holst á hesi leinkjuni: tv2sport.dk/flot-dommer-fup-hjoerne-koster-noehr-roedt